Vit nýta sama framferðarhátt sum internationalu faktatjekkarnir. Ein grein verður eftirkannað og far ummælistøl/karakter frá 1 til 5 fyri 6 ymiskar útgreiningar. 1 er vánaligast 5 er best. Talan er um sjálva yvirskriftina, innihaldið, myndir (um nakrar eru), hvat er pástandurin/uppáhaldið og hvussu er greinin samansett.
Vit brúka 6 høvuðspunkt, og tey eru:
- Neyvleiki
Eru teir aktuellu upplýsingarnar (tøl, dato, nøvn og endurgevingar) rættar? Kann greinin váttast av øðrum keldum ella er talan bara um tilvísing til aðrar tíðindamiðlar. Er rætti pástandur lagdur fram. - Keldumeting
Hvar koma upplýsningarnir frá? Er talan um fakfólk innan økið, ónevndar keldur ella er talan um fordómar (bias). - Skygni
Koma keldurnar fram í greinini (leinkjur, frágreiðingar)? Manglar skjalaprógv fyri høvuðsinnihaldinum er talan ofta um reytt flagg. - Samanhangur
Er rætti samanhangur í tekstinum? Yvirskriftin vísur til greinina. Er samanhangur millum frágreiðingina og tekstin ella er teksturin vinklaður til eitt ávíst endamál – eisini kallað cherry-picking. - Partloysið
Er skrivingarhátturin partleysur/ópartískur? Verða orð nýtt, ið gera greinina til stórtíðindi ella verða orð nýtt til at skriva til kenslurnar.
Ein grein skrivað við nógvum kenslum manglar ella dekka út yvir manglandi skjalaprógv. - Tídindabarið
Er greinin skrivað út frá nýggjum tilfarið ella er talan um gamalt tilfar.