16.10.2026

Breddin í KVF vs EFTA og EØS

Ikki prógva

Breddin 09.09.2026

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, heldur ikki, at tað fer at eydnast at fáa Føroyum stórvegis betri marknaðaratgongd í ES ella aðrastaðni, um Føroyar ikki kunnu samráðast vegna seg sjálvar sum sjálvstøðugt land.

Hvat er hvat?

EFTA (Tann evropeiska fríhandilsavtalan) er ikki ein toll avtala, og umfatar heldur ikki innara marknaðin í ES.
Skal eitt EFTA land inn á ES marknaði skal samráðast um tollin og atgongd. Sveis er ikki í EØS, men bara í EFTA, og Sveis hevur samrátt seg til yvir 100 avtalur.
EØS (Tað evropeiska økonomiska samstarvið) gevur fulla atgongd til ES, men fiskur og havdjór annars, undantikin.
Ísland, Norra og Liktinstein eru limir í EØS, og hava harvið fría atgongd til ES, men skulu samstundis góðkenna allar reglar, ið koma frá ES.
Londini hava VETO rætt, men kunnu verða hartaði, um tey seta seg upp móti ES, og ikki vilja góðtaka teir reglar, ið skulu ásetast. Norra hevur góðkent yvir 7.000 reglar og kunngerðir, ið eru komnar úr ES. Hettar skal Føroyar eisini gera, um Føroyar skulu hava EØS limaskap.

Kann ES gjøgnum Danmark áseta treytir til Føroyar?

Ja. tað kom til sjóndar í makrel málinum – har øll ES lond stongdi havnirnar fyri føroyskum skipum. Hetta tí Danmark mátti taka ímóti boðum úr ES.
Men við eini EØS avtalu – ikki bara kann, men tá ásetur ES krøv til Føroyar, ið skulu lúkast.

Krevur tað loysing fyri at samráðast?

Fuldmaktsloven 2005 gevur Føroyum rætt til at samráðast við ES, men ES vil hava loyvi at fiska í Føroyskum sjógvi, og tað vil Landsstýrið ikki.
Ísland og Norra – júst sum Føroyar – hava heldur ikki frían marknað innan ES, tá ið talan er um viðgjørdan fisk. Bæði Ísland og Norra geva fiskakvotur til ES, og afturfyri fáa londini størru sølu til ES. Føroyar hevur eisini tollfríða kvotu-avtalu, men hon er øðiliga lítil.

95% av útflutninginum úr Føroyum er fiskur, og ES góðtekur ikki virknan fisk (fiskamjøl íroknað) inn á marknaðin, ið er viðgjørdur. So statt dekkar EFTA/EØS 5% av útflutningum úr Føroyum. Sjálvandi kann eitt EFTA/EØS land samráðast um betri avtalur við ES. Sambært Fuldmaktsloven frá 2005 hava vit longu teir møguleikar.

Tað sum ikki kom fram í Breddanum – fíggingin

EFTA hevur eitt limagjald og EØS hevur somuleiðis eitt limagjald.

Brúka vit ìsland at samanbera okkum við, so eru tølini fyri Ísland hesi:

Gjald til EØS-fíggjarkarm uml.1,7 mia ISK90.790.000DKK
Rakstrarkostnað fyri Uttanríkisráðið og umsetingardeild uml. 500 mió ISK26.700.000DKK
Gjald til EFTA-embætisskrivstovuna, EFTA-Eftirlitsmyndugleikar og EFTA-dómstól uml. 500 mió ISK26.700.000DKK
Gjald til EFTA, ES samstarvs avtalur stýrt av EFTA uml. 5,8 mia ISK (fyri ár 2026)309.720.000DKK
Ársgjald fyri EFTA/ØES tilsamans453.910.000DKK

Tað er einki, ið mendir á, at bara ein loysing frá Danmark gevur betri atgongd til ES. Talan vildi, og kemur at verða, hvat samráðingarleiðarin fyri Føroyar far ígjøgnum. Eisini tá ið talan er um viðgjørdan fisk og fiskaúrdráttir.

Men tað hevði givið Føroyum rætt ella møguleikan sjálvi at valt hvønn lut Føroyar vildi havt sum limur í EFTA ella EFTA + EØS, og eisini við atgongd til teir marknaðir, ið EFTA hevur avtalur við (fiskaúrdráttur og viðgjørdur fiskur inn á ES-marknaðin eru ikki íroknaði í tí avtaluni).

Miðal fyri faktatjekkið (avrundað til heilar stjørnur):

Rating: 3 out of 5.

Keldur:

EU.dk
EFTA
Hagstovan
Statistikbanken.dk
ES – financial contribution
Uttanríkisráðið í Íslandi (gjald til EFTA og EØS)