16.10.2026
Falskt

08-09-2026 Washington, DC

We thought it was coming down on top of us, and two firemen, big strong guys — I’m not the smallest guy in the world — they grabbed me under the arm, said, ‘Got to get out of here,’ and they literally lifted me up. This is not easy to do,” he said. “I’m big. They lifted me up and they started running with me. I said, ‘Fellas, I can run myself,’ but they were amazing. But they thought it was coming down. It didn’t come down.

Hesi úttalilsir hevur Trump alment verið frammi við:

  • Hann var á staðnum, tá ið bygningarnir rapaðu.
  • Hann sá fólk hoppa úr brennandi bygningunum.
  • Hann sendi eina stóra arbeiðsstyrki (yvir 100 mans at hjálpa til).

Var á staðnum

Henda morgunin hevði hann eina samrøði við rásina WWOR har hann segði:

“Well, I have a window that looks directly at the World Trade Center and I saw this huge explosion. I was with a group of people and I really couldn’t believe it and even I think worse than that for years, I’ve looked right directly at the building. I see the Empire State Building in the foreground and the World Trade Center the background, and now I’m looking at absolutely nothing. It’s just gone.”

Taka vit hesa útsøgnina, ið er frá honum sjálvum, so var hann í Trump Tower, tá ið hettar hendi, og ikki á sjálvum staðnum.
Hann nevnir ongantí í samrøðuni, at hann var á staðnum henda dagin.

Í samrøðuni tosar hann um hvør bygningurin var størst í downtown Manhatten, og at hansara nú er størst, um trygd og hvussu alt skal byggjast uppaftur. Hann kemur eisini inn á, at hann hevur tosað við eigaran av WTC (World Trade Center), og eisini hvør kann standa aftanfyri álopið.

Fleiri amerikanskir tíðindamiðlar hava spurt seg fyri, men eingin sløkkiliðsmaður sigur seg hava hjálpt Trump.

Sá fólk hoppa úr bygningunum

Avstandurin var góðar 6 km – Tað svarar til, at ein kann standa við kapellið í nýggja kirkjugarðinum í havn, og síggja fólk detta niður av takinum í Nólsoy. Ella eisini, at ein kann standa í rundkoyringini í Søldafirði og síggja fólk detta av takinum á Effostøðini í Skálabotni.

Í nýggjari tí hevur hann sagt, at hann sá tað gjøgnum ein stjørnukikara. So letur tað seg gera, men spurningurin sum stendur ósvaraður er – ein so ógvuslig sjón skuldi ligið longri frammi í minninum, enn úttalilsið – eg sá eina stóra spreinging.

Sendi eina stóra arbeiðsstyrki til staðið

13. septembur hevði hann eina samrøðu við týsku sjónvarpsrásina N24 har hann segði, at hann hevði 100 mans á staðnum og aðrir 125 mans vóru á veg.

Upprundingararbeiðið á staðnum var gjørt undir sera strongum eftirlitið, og eingin av leiðarunum á staðnum vita nakað um, at ein stór arbeiðsstyrkið av arbeiðsmonnum komu frá Donald Trump á staðið.
Richard Alles, ið var sløkkiliðsleiðari á staðnum, kundi heldur ikki vátta úttalilsið frá Trump, men um ein so stór arbeiðsstyrkið var komin til staðið, so høvdu teir lagt tilmerkis alt fólkði.

Søgan sigur einki um, at kanska onkur einkultur arbeiðsmaður var á staðnum.

Amerikonsku bløðini hava spurt inn til skjalaprógv, at eitt so stórt herlið av arbeiðsmonnum varð sent á staðið, men fjølmiðlarnir hava ikki fingið nøkur skjøl.

Donald Trump hevur eisini úttala seg, at hann hevur sent 102 mió dollarar (umleið 657 mió krónur í 2001) til ymsar grunnar. The Washington Post hevur roynt at grava í skjølum, men hevur ikki funnið nakað prógv, um at ymsir grunnar hava fingið peningin, og kontórið hjá Donald Trump hevur heldur ikki svarað teirra fyrispurningi, um at fáa innlit í skjølini.

Miðal fyri faktatjekkið (avrundað til heilar stjørnur):

Rating: 2 out of 5.

 Keldur: